Enn fleiri børn eiga at fáa ADHD-heilivág

Eftir tíggju árum er talið á norðmonnum, sum fáa heilivág ímóti ADHD, trýfaldað, men í veruleikanum eiga enn fleiri at fáa heilivágin.

Tað heldur í hvussu er barnalæknin Henning Aabech. Hann sigur við norska kringvarpið, at tað er ikki rætt, tá læknar verða lagdir undir at vera ov skjótir at geva ófriðarligum børnum ADHD-heilivág. Tvørturímóti eiga enn fleiri børn at fáa slíkan heilivág, sigur hann.

 

-Tølini benda á, at tað eru ov fá, sum hava fingið diagnosuna við tí úrsliti, at tey fáa ikki ta hjálp, sum tey eiga at fáa, sigur barnalæknin við NRK.

 

Hagtølini vísa, at nýtslan av heilivági ímóti ADHD hjá børnum og ungum vaks sera nógv eftir nøkrum árum, men at hon hevur verið rættiliga støðug tey seinastu fýra - fimm árini. Harafturat vísa hagtølini, at norðmenn brúka meiri av hesum heilivági enn grannalondini Svøríki og Danmark, men orsøkin er sambært Henning Aabech, at viðgerðin byrjaði væl fyrr í Noregi enn í hinum báðum londunum. 

 

Í heyst fáa norðmenn nýggjar reglur um ADHD-viðgerð. Tá verður millum annað ásett, hvat skúlin skal gera fyri at geva næmingum við ADHD eina tillagaða frálæru, skrivar NRK