Enn fleiri arbeiðsleys í evruøkinum

Arbeiðsloysið í evruøkinum veksur støðugt. Tey nýggjastu tølini vísa, at í september komu 150.000 fólk afturat upp á listan yvir arbeiðsleys í teimum 17 londunum.

Tað merkir, at arbeiðsloysið í økinum er 11,6 prosent nú, og at knappliga 18,5 milliónir fólk hava einki arbeiði.

Spania er tað av evrulondunum, sum hevur tað størsta arbeiðsloysið. Tað er um 25 prosent, men í landspartinum Andalusia og á Kanarisku Oyggjunum var arbeiðsloysið heilt uppi á 34 prosentum í september.