Í gjár yvirtók Hvalbiar kommuna formliga Roynhøllina, sum bóltfelagið Royn hevur átt. Ítróttarhøllin í Hvalba er helst millum tær seinastu - fyri ikki at siga hin allar seinasta - sum ein kommuna yvirtekur.
Hóast Royn hevur skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum í høllini, og kommunan hevur verið ein góður stuðul, er tað tungt hjá einum felag bæði at skipa fyri tiltøkum og at standa við endan rakstrarliga.
Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at tað hevur leingi verið upp á tal, at kommunan skal yvirtaka Roynhøllina, og nú er hetta so formelt gjørt. Hann heldur, at hetta er ein góð loysn, sum tó fer at kosta kommununi nakað eyka.
- Eitt er, at vit dúgliga hava stuðlað bóltfelagnum Royn, sum hevur átt og rikið høllina, men neyðugt er við ymiskum umvælingum og dagføringum. Takið í høllini, sum lekur í støðum, verður skift til várs, og eisini verður neyðugt at skifta hitaskipanina í høllini.
Borgarstjórin sigur, at Roynhøllin í aðrar mátar er í hampiliga góðum standi, tí her eru leypandi dagføringar og umvælingar gjørdar. Hann ásannar tó, at tað fer at kosta væl av peningi at skifta tekju og hitaskipan.
- Vit fara í hvussu er at skifta takið nú til várs, og síðan fáa vit at síggja, nær og hvussu aðrar dagføringar leypandi verða gjørdar, leggur hann aftrat.
Trúgvi Gudmundarson sigur, at Roynhøllin verður nógv brúkt, bæði til bóltspøl, eitt nú fótbólt og borðtennis, og Royn hava eisini verið ófør at skipa fyri ymiskum tiltøkum, bæði til gamans og álvara.
- Royn kemur at brúka høllina sum áður, so fyri felagið verður hetta eingin broyting - annað enn, at nú kann felagið taka sær av sínum aktivitetum og tiltøkum annars, meðan tað verður Hvalbiar kommuna, ið stendur við fíggjarligu ábyrgdini.
Trúgvi Gudmundarson ivast onga løtu í, at Roynhøllin eisini í framtíðini kemur at hava stóran ítróttarligan og mentanarligan týdning fyri kommununa, og verður tað, soleiðis sum kommunan nú miðjar eftir, verður enn meira lív blást í ymiskar aktivitetir í Roynhøllini frameftir.










