Enn flýgur SAS lágt

Hóast skandinaviska flogfelagið fekk starvsfólkið at fara munandi niður í løn, so restar framvegis nógv í, at framtíð felagsins er tryggjað

Samstundis sum fólk eru farin niður í løn, er arbeiðstíðin longd. Hjá flogskiparunum merkir hetta, at arbeiðstíðin er 47,5 tímar um vikuna, men seinkingar og onnur viðurskifti kunnu gera, at arbeiðstíðin kemur upp í 60 tímar. Ein onnur avleiðing er, at flogskipararnir skulu arbeiða seks av hvørjum átta vikuskiftum.
Leiðslan í SAS skeyt upp at lækka lønina hjá flogskiparunum 15 prosent, men partarnir samdust um 10 prosent. Men ein onnur broyting er, at pensjónsaldurin, sum hevur verið 60 ár síðani felagsins stovnan í 1946, hækkar upp í 65 ár nú. Hetta er eisini galdandi fyri flogternurnar og -tænararnar.

Úr verju í álop
Nú SAS hevur fingið nýggjar sáttmálar við starvsfólkið, ætlar felagið sær at víðka virksemið. Ella sum stjórin, Richard Gustafson, orðaði tað:
-Vit fara úr verju í álop.
Tað skal millum gerast við at flúgva til 30 býir afturat, og hugsar felagið serliga um tey væl umtóktu frítíðarplássini við Miðjarðarhavið. Her fer SAS í beinleiðis kapping við onnur flogfeløg. Eitt teirra er Norwegian, men har ætla tey sær ikki at sita hendur í favn. Tvørturímóti hevur tað norska felagið boðað frá, at sum svar ætlar tað sær at fara í kapping við SAS við at fara at flúgva til USA fyri ein prís, sum er væl niðanfyri tann hjá SAS.

Nógv eftir
Men semjan við starvsfólkið um lægri løn og hægri pensjónsaldur merkir ikki, at SAS er lent í øllum góðum.
Ein týðandi liður í kreppuloysnini hjá Rikhard Gustafson og hinum í leiðsluni er, at SAS skal selja partar av sínum ognum. Serliga væntar felagið at fáa væl burturúr við at selja norska dóttirfelagið Widerøe og tænastufelagið SAS Ground Handling.
Tilsamans miðjar leiðslan eftir at fáa 2,6 milliardir krónur burtur úr sølunum, og fyrr enn tær krónurnar eru komnar í kassan, er kreppan hjá skandinaviska flogfelagnum ikki av, skrivar AFP.