Komandi dagarnar verður turrveður og regn dag um dag. Í dag verður turt, í morgin regn. Fríggjamorgunin verður ælingur, seinnapartin turt. Leygardagin regn og sunnudagin turt.
Vindurin veksur nakað, sum vikan líður, og tað sama ger hitin.
Veðurvárnirnar:
Mikudagin, fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum fýra og sjey stig.
Hósdagin veður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og stundum regn. Seinnapartin stívt andøvsgul av vestri og ælingur. Hitin millum fimm og átta stig.
Fyrrapartin fríggjadagin verður strúkur í vindi av útnyrðingi og ælingur, seinnapartin lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.
Leygardagin verður upp í ein strúk av útsynningi og regn eitt skifti, sunnudagin frískur vindur av vestri og yvirhøvur turt. Hitin millum sjey og ellivu stig.









