Enn fáa vanlig fólk onga hjálp

– Hetta er tann mest átrokandi spurningurin hjá vanligum fólki í dag, sigur løgtingsmaður

Hesa seinastu tíðina eru prísirnir á gerandisvørum hækkaðir munandi, ikki minst prísurin á diesel og bensini – og serliga er prísurin á húsarhaldsolju nógv hækkaður. Tí hevur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, hvussu langt hann er komin við arbeiðnum at gera ein hjálparpakka til vanlig fólk, so at tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga, kunnu hóra undan.

 

– Hetta er tann mest átrokandi spurningurin hjá vanligum fólki í dag, sigur løgtingsmaðurin.

 

Men Uni Rasmussen sigur, at enn verða eingi stig tikin fyri at gera nakran hjálparpakka. Hann sigur, at embætisfólk í fíggjarmálaráðnum fylgja væl við støðuni og higartil hava tey mælt honum frá at taka nøkur stig á hesum øki. Hann ásannar, at tað er tungt hjá summum, men samstundis vísir hann eisini á, at beint nú verður samráðst um nýggjar lønarsáttmálar. Og so leingi embætisfólkini mæla honum frá at seta nakað í verk, heldur hann seg til tað, sigur hann.

 

 Hann vil ikki, at nakar skal detta niður ímillum og hann hevur álit á, at umsitingin í fíggjarmálaráðnum fylgir væl við.

 

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, undrast á, at hann bíðar eftir at fáa grønt ljós frá embætisfólkunum, tí hon heldur, at tað átti at verið politikkurin hjá eini stjórn at hjálpt teimum, sum eru ringast fyri.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur, at samgongan hevur tikið stig, tí ætlað avgjøld á olju og bensini, eru strikað. Tey hava eisini umrøtt spurningin um at strika oljuavgjaldið, tá ið prísurin á olju fer upp um eitt vist.

 

Høgni Hoydal sigur, at tá ið tað snýr seg um at lívga vinnulívinum, er einki óført, men tá ið tað snýr seg um at hjálpa tí vanliga fólkinum, ber alt til.