Enn fúlari

Páll Finnur Páll eru til reiðari við einari nýggjari útgávu. Og teir halda fram, har teir sleptu seinast

ÚTGÀVA

 
Teir hava sungið um tann forelskaða sjónleikaran og um leysliga klæddar menn í Plantasjuni.
Nú standa heimleys á Herberginum og óreinir abbar á skránni.
- Jaja, vit borðreiða við nøkrum sera eymum evnum hesaferð, eitt nú heimloysi, blóðskemd, ótti og harðskapur, sigur Finnur Jensen, annar forsangari í bólkinum Páll Finnur Páll.
Teir í bólkinum tykjast við nýggju útgávuni Førist vera vorðnir enn fúlari. Tað tykist ikki vera nakað evni, sum ungu menninir ikki hava hug at siga sína hjartans meining um.
 
<B STRONG fram< normal"$?$end$!$Skal>
Ikki tí. Har eru nakrar kærleiksvísur og søtir tekstir á fløguni. Men tað er nú einaferð ikki beinleiðis kvøðuljómasangir, ið fáa teg at upp úr stólinum við fyrstu gjøgnumgongd.
- Tað skuldi ikki undra meg, um vit fara at skaka nøkur fólk. Tað er eisini meiningin, sigur forsangarin.
<I EM abbanum?< pedofila tí við sanginum í nú eitt atburð, ótespiligan tílíkan um syngja at mark fara ikki somuleiðis tað Er heimleysu? teimum burturúr gjøldur gera rætt normal"$?$end$!$Er>
- Vit gera ikki gjøldur burturúr nøkrum. Vit lýsa nakrar trupulleikar í hesum samfelagnum, ið fá tora at siga nakað um. Vit meta tann besta háttin at viðgera evnini vera við einum beinraknum og speiskum tóna, har vit smyrja ríkiligt uppá, sigur Finnur Jensen.
- Hóast føroyska samfelagið skal eitast at vera eitt væl útbygt vælferðarsamfelagið, so búgva framvegis heimleys fólk í Føroyum, og insest verður at kalla ikki tikið upp á tungu, sigur Finnur Jensen, ið saman við Páll Odduri Rubeksen hevur skrivað tekstirnar á fløguni.

 <B STRONG framleiðslu< normal"$?$end$!$Drúgva>
- Hetta er stórt. Vit hava bíðað leingi eftir hesi løtu. Satt at siga ivaðust vit, um løtan nakrantíð fór at koma, sigur ein fegin Finnur Jensen,við greiðari tilsipan til, at fløgan hevur verið óalmindiliga leingi ávegis - bæði í studio og í framleiðslu høpi.
Upptøkurnar byrjaðu á sumri í fjør og vóru lidnar á páskum í ár. Men av ymsum orsøkum er fløgan ikki komin út fyrr enn nú.
Munurin á hesari útgávuni í mun til ta fyrru, siga teir í bólkinum vera, at Førist er meira rokkkend og hevur meira beinraknar tekstir.
Á fløguni eru tíggju løg umframt eitt goymt eykalag. Páll Finnur Páll er einamest kendir fyri lagið Forelskaður Sjónleikari, men eru eisini vorðnir væl umtóktir fyri teirra framførslur,  serligu tekstir og fangandi løg.
Fleiri av nýggju løgunum vóru roynd á G! festivalinum fyri kortum, og tá tóku fólk øgiliga væl ímóti nýggju løgunum hjá bólkinum.


 
<B STRONG normal"$?$end$!$Sitatir:<>
 
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
Vit búgva á Herberginum. Vit hava eina heila madrass í part. Vit gingu einaferð í skúla, men har hava vit einki lært.
- Ùr sanginum Herbergið
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
Nú fari eg at steikja hjernan á pannuni hjá tær. Eg havi einki etið, síðani daman rýmdi frá mær
-        Ùr sanginum Grannin
 
Børnini komu grátandi, tá hann spældi 1-2-3 sting inn í. Børnini komu ýlandi, tá hann spældi 4-5 longur inn
- Ùr sanginum Pedofilurin