Enn eru pláss eftir á miðnámsskúlunum

Undirvísingar- og Mentamálastýrið lýsir nú við, at enn eru nøkur pláss eftir á miðnámsútbúgvingunum.

Eirikur Lindenskov


Stýrið sigur, at hetta gevur teimum, sum ikki søktu við samskipaðu tilmeldingina, høvi til at søkja um upptøku til tøku plássini. Eisini kunnu tey, sum søktu við samskipaðu tilmeldingini og ikki vóru tikin inn, søkja inn á útbúgvingar, sum tey ikki raðfestu í umsóknarblaðnum.

Nýggir næmingar verða tikinir inn eftir somu treytum, sum umsøkjarar, ið søktu í samskipaðu tilmeldingini, stendur í lýsingini, og áhugaðu næmingarnir kunnu venda sær til ein av skúlunum, sum nevndir eru í lýsingini.