Ávísar útbúgvingar á hægri lærustovnum taka framvegis næmingar inn, tí enn er ikki fult. Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni sigur, at um tað ikki eydnaðist at koma inn á dreymaútbúgvingina, ella um tú brádliga leingist at fara víðari í skúla, so er ein glotti fyri framman.
Til dømis í Danmark, Noregi, Svøríki, og Bretlandi eru framvegis tøk pláss. Royn hesar leinkjur fyri at fáa meira at vita:
www.ug.dk/uvm-images/KOTledigepladser2005.pdf
solan.uio.no/restetorget
www.studieplatser.nu
www.ucas.com/clearing