Enn eru pengar eftir til skúlaflokkar

  

Átta skúlaflokkar í Føroyum fingu í fjør pengar at ferðast fyri til onnur Norðurlond. Norrøna Felagið í Føroyum umsitur stuðul til næmingaferðir. Í 2002 fingu 108 næmingar í átta flokkum tilsamans 235.000 kr., so tey kundu vitja javnaldrar í onkrum øðrum Norðurlandi. Higartil í ár hava longu seks flokkar fingið slakar 140.000 kr. at ferðast fyri.
Men enn eru pengar eftir at ferðast fyri í ár ella næsta ár. Fyri at fáa lut í hesum pengunum er neyðugt at søkja fyri tann 1.november 2003. Eftir 1. november verður støða tikin til umsóknirnar og pengarnir, sum eru eftir, verða býttir millum teirra.
Til ber at lata upp til helvtina av ferðaútreiðslunum í stuðli.
Høvuðstreytin fyri at fáa stuðul er tann, at flokkurin vitjar ein flokk í einum øðrum Norðurlandi, sum so eisini vitjar føroyska skúlaflokkin. Næmingarnir skulu búgva heima hvør hjá øðrum. Tað vil siga, teir skulu vera bæði gestir og vertir.
Hendan skipanin er galdandi fyri fólkaskúlan og fyri miðnámsskúlarnar. Skrivlig umsókn við fíggjarætlan skal sendast til Norrøna Felagið í Føroyum, J. Paturssonargøtu 24, 100 Tórshavn fyri tann 1.november 2003.
Harafturat kunnu fólkaskúlanæmingar, 11 til 17 ára gamlir, fáa stuðul frá Nordplus Mini, sum danska Norrøna Felagið umsitur. Her ber til at fáa upp í 2000 kr. til hvønn næming, sum fer av stað. Serligt umsóknarblað til Nordplus Mini fæst frá Norrøna Felagnum í Føroyum.