Útoyggjarnar í Føroyum fjarðar alsamt burtur, stútt og støðugt. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir í í november búðu 235 fólk í teimum átta útoyggjunum í Føroyum, Stóru Dímun, Skúgvoy, Hesti, Koltri, Mykinesi, Kalsoy, Fugloy og Svínoy. Tað eru níggju fólk færri enn í november í 2013, tá ið tað búðu 244 fólk á hesum útoyggjunum.
Men verður farið nøkur fá ár aftur, sæst týðiliga, hvussu tað gongur afturá á útoyggjunum. Í 2001 búðu 410 fólk á hesum átta útoyggjunum, ella 175 fólk fleiri enn nú, men tað er bara minkað og minkað, so enn eru eingi tekinum, at gongdin fer at venda. Í hesum sambandi skal eisini nevnast, at fólk standa skrásett at búgva á útoyggj, hóast tey í veruleikanum búleikast aðrastaðni, í hvussu so er ein stóran part av árinum. Í Svínoy, haðani myndin er, búgva nú 28 fólk, men fyri 30 árum síðani vóru tey yvir 60 í tal.
|










