Tá vit hittu Rúna Djurhuus, konsertfyriskipara seinnapartin, metti hann, at eini 300 atgongmerki eru eftir til konsertinga við Bryan Adams í høllini við Tjarnir í kvøld.
Tilsamans er pláss fyri um 3.000 fólkum til konsertina, so alt bendir á, at tað verður fult hús í kvøld.
Atgongumerki fáast til keyps á tjarnir.fo – men tað ber eisini til at keypa við dyrnar, sum altso nøkur atgongumerki eru eftir tá.
Fyrireikararnir heita á tey, sum skulu til konsertina, um at møta í góðari tíð:
Konsertin byrjar kl. 20:00, og dyrnar lata upp kl. 19:00.
Vit mæla til at møta í góðari tíð, serliga um tú kemur við bili.
Øll setrini inni í høllini eru talmerkt, so tey sum hava atgongumerki, hava eitt ávíst pláss.
Avmarkað er við parkeringsplássum, og tí mæla vit til at koyra saman ella ganga niðan til Tjarnir.
Innkoyringin til økið er frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin.
Matarskráin á staðnum fevnir um sushi, poke bowls og snacks – og sjálvandi drekkivørur, bæði heitar og kaldar, við og uttan alkohol.
– Lat okkum saman skapa eitt kvøld, vit ongantíð gloyma, siga fyrireikararnir.