? Enn eru ikki allar súður syftar hjá landsverkfrøðinginum.
Og enn er arbeiðsfriðurin ikki tryggjaður
Men Signar Heinesen, deildarleiðari hjá Landsverkfrøðinginum, sigur, at nú liggur tað í hondum løgmans at gera av, hvør lagnan hjá stovninum verður.
? Tað næsta útspælið hjá honum verður avgerðandi fyri lagnuni hjá Landsverkfrøðingsstovninum, og um stovnurin kann varðveitast, ella um hann syndrast, sigur Signar Heinesen.
Eitt stríð í tveimum
Signar Heinesen sigur, at stríðið á Landsverkfrøðinginum hesar seinastu dagarnar hevur verið í tveimum:
? Øðrumegin er talan um eitt sáttmálastríð um ætlanina hjá Landsstýrinum at fremja víttfevnadar broytingar á stovninum, uttan at taka fakfeløgini og starvsfólkið við uppá ráð og at lata tey verða við í arbeiðnum at leggja broytingarnar til rættis.
Í tí sambandinum hevur Landsstýrið slakað nakað við at bakkað aftur til støðuna, sum hon var 18. desember, og kunngerða, at Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan eru hvør sín stovnur við hvør sínum stjóra, og at fakfeløg og starvsfólk verða tikin við í arbeiðið at leggja broytingarnar til rættis.
Sostatt skal nýggjur stjóri setast á Landsverkfrøðinginum fyribils.
Tann spurningin hava deildarleiðararnir hjá Landsverkfrøðinginum ikki lagt seg útí.
Men Signar Heinesen sigur, at hin parturin í stríðnum er líka týdningarmikil.
? Tí tað er eitt rættiliga prinsipielt stríð um leiðslu og um, hvussu vit fáa stovnin at virka frameftir sum eina eind.
?Tí skal hetta bera til, sum er nú gjørt ímóti Henningi Jacobsen, og ímóti stovninum sum heild, ja so ber alt til.
? Og tað stríðið mugu vit taka, tí tað kunnu vit ikki lata um okkum ganga, sigur Signar Heinesen.
? Og tann partin av stríðnum sigur semingsuppskotið ikki eitt orð um.
Sostatt er niðurstøðan hjá deildarleiðarunum, at enn er stríðið um Landsverkfrøðingin als ikki av.
Og tískil er arbeiðsfriðurin á stovninum heldur ikki tryggjaður.
Veldst um Løgmann
Og Signar Heinesen sigur, at hvat nú hendir, veldst alt um næsta leik hjá Løgmanni í hesum talvinum.
?Tað næsta útspælið frá Løgmanni verður heilt avgerðandi fyri, um stovnurin aftur fæst at virka, ella um hann syndrast.
Hann sigur, at einasta positiva, gongda leiðin er, at Løgmaður, boðar okkum til fundar at viðgerða tað loysnina sum hann hevur funnið fyri framtíðina hjá stovninum.
? Á tí fundinum mugu vit so gera upp við okkum sjálvar og gera løgmanni um vit, antin vit halda, at vit megna at reka stovnin víðari eftir tí leistinum, sum er skorin í Landsstýrinum seinastu dagarnar, ella um vit ikki megna tað, so at stovnurin syndrast.
? Og tá ið Løgmaður so hevur fingið okkara áskoðan á tann spurningin, kann hann taka støðu eftir tí.
Pískurin og uppsøgnin
Signar Heinesen leggur hinvegin stóran dent á, at tað fer ikki at nytta, at Løgmaður, ella varðaløgmaður, ella hvør tað verður troppar upp á stovninum mánamorgunin við einum nýggjum stjóra og einum pappíri í hondini so sigur, at soleiðis og soleiðis skal tað verða.
? Tað er óhugsandi, tí tað ber ongan veg.
? Tí so mugu vit bara staðfesta, at teir brúka pískin.
? Men so mugu vit brúka uppsagnirnar.
? Og so syndrast stovnurin, men so kann onkur savna stumparnar saman aftur.
Mugu taka hvønn annan í eið
Men Signar Heinesen er kortini sannførdur um, at tað fer at bera til at føra stovnin víðari, uttan at syndra hann.
?Tað fatan havi eg fingið, bæði av Løgmanni, og av Varðaløgmanni, at teir vilja varðveita stovnin.
? Tí rokni eg við, at teir seta seg ið borðið saman við okkum og greiða frá, hvør ætlanin er, tí tað er ehilt einfalt tann einasti mátin, tað kanng erast uppá.
? Á tí fundinum mugu vit so at siga ?taka hvønn annan í eið? um, at hetta verður framferðin hereftir og tað er hesum, vit stríðast fyri.
? Ella vit koma til hina niðurstøðuna, at hetta ber ikki til - og so tekur løgmaður støðu eftir tí, sigur Signar Heinesen.










