Rógvi á Rógvu, valevni hjá Tjóðveldi
----
Tey ungu eru tað dýrabarasta vit hava, men tað tykist ikki at vera ein sjálvfylgja longur, at tey støðast og skapa sær eina framtíð í Føroyum. Í dag kappast vit við allan heimin um tey ungu.
Útbúgving
Tey ungu velja í nógv størri mun eina longri útbúgving og eina meira avbjóðandi yrkisleið. Alsamt fleiri velja eina tilveru, har tey kunnu flyta seg skjótt, bæði yrkisliga og bústaðarliga. Tey vilja fegin búgva í høvuðsstaðnum og kunna gagnnýta tey fjølbroyttu tilboðini, ið her eru. Eru tilboðini og umstøðurnar ikki nøktandi, velja fleiri teirra eina framtíð uttanlands.
Hvat skal til
Havnin skal hava fleiri og betri útbúgvingartilboð og arbeiðsmøguleikar. Fleiri og bíligari lestrar- og leiguíbúðir. Upplivingar, ítrivs- og listarmentanin má styrkjast. Ungdómshús við alskins mennandi tilboðum má víðkast, og tær ítróttargreinar, sum ikki hava bestu sømdir, skulu stuðlast.
Neyðugt er at broyta viðurskiftini soleiðis, at tey, sum vilja koma heimaftur eftir loknan lesnað, kunnu fáa eina inntøku, meðan tey leita sær eftir arbeiði. Gera vit onki við hesi viðurskiftið, kann tað fáa óhepnar avleiðingar í framtíðini, og vit missa stórsta partin av vællærdu fólkunum í góðum aldri.
Avbjóðingin er stór, og vit eiga at gera nakað nú
Latið okkum hyggja at, hvussu tey ungu trívast og mennast. Tey ungu skulu koma til orðanna, har vit lurta eftir góðum ráðum og viðurkenna trupulleikarnar. Neyðugt er at stovna eitt ungdómsráð, sum ráðgevur býráðnum um øll viðurskifti, sum hava ávirkan á tey ungu í Havn.
Ein tann besta íløgan, ið Tórshavnar kommuna kann gera, er at styrkja ungdómsmentanina og umstøðurnar hjá teimum ungu at mennast. Vinna vit kappingina um tey ungu og fáa tey at trívast og støðast her, sær framtíðin bjartari út fyri Havnina.