Enn er óvist um tað verður verkfall

Semingsmenninir á almenna arbeiðsmarknaðinum hava brúkt hesar seinastu dagarnar at lodda dýpið hjá teimum fimm fakfeløginum og í Fíggjarmálaráðnum fyri at vita um tað yvirhøvur er nøkur nytta í at royna seming. Fyrr í vikuni vórðu Terje Sigurðsson og Hákun Steingrimsson tilnevndir semingsmenn í sáttmálatrætuni ímillum Fíggjarmálaráðið og tey fimm almennu fakfeløgini, sum samráðast saman, nevniliga Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

- Vit hava tosað við báðar partar og vit halda fram at lodda dýpið í dag, sigur Terje Sigurðsson.

Hann væntar, at tá ið dagurin í dag er farin at líða, hava teir eina góða meting av um tað loysir seg at fara undir eina semingsroynd, ella um tað er so langt ímillum partarnar, at teir ikki halda seg til.

Verður seming roynd, verður eitt møguligt verkfall útsett. Hætta teir sær hinvegin ikki undir seming, verður helst verkfall beinanvegin.

Semingsmaðurin sigur, at enn hava teir so ikki útsett eitt møguligt verkfall.

Fakfeløgini hava kravt lønarhækking, men Fíggjarmálaráðið hevur sagt blankt nei.