Enn er óvist nær húsið verður bygt

Men tað eru ongar ætlanir um at flyta tað úr Vágum, sigur landsstýrismaðurin

Tað eru ongar ætlanir um at flyta bygningin úr Vágum.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at útvega Sjóvinnustýrinum ein nýggjan skrivstovubygning, og tað hevur ligið í kortunum, at hann skuldi byggjast í Vágum.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur nú spurt landsstýrismannin, hvussu tað gongur við nýggja bygninginum, og um tað framvegis liggur í kortunum, at hann skal vera í Vágum.

Helgi Abrahamsen sigur, at ætlanin er framvegis at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið – og tað eru ongar ætlanir um at flyta hann úr Vágum.

Hann sigur, at á uppskotinum tilfíggjarlóg fyri næsta ár, er peningur settur av til umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið, men hann sigur ikki, hvussu nógv er sett av.
Hann sigur, at í løtuni samstarva Landsverk og Sjóvinnustýrið um at útgreina, hvørji krøv skulu setast til nýggja umsitingarbygningin.

Hinvegin dugir Helgi Abrahamsen ikki at siga, nær bygningurin verður liðugur, tí tað veldst bæði um tilboðini, sum koma inn, og hvussu stór játtanin til hann verður á fíggjarlógini.

Lagt kann verða afturat, at Landsverk metir, at tað tekur umleið eitt ár frá tí at byrjað verður at byggja, til tað kann vera klárt at flyta inn í hølini, sigur landsstýrismaðurin.