Mikukvøldið var minningarhald fleiri staðni í Svøríki fyri Fuat Deniz, tí svenska universitetslektaranum, ið varð myrdur á arbeiðsplássi sínum í Örebro í farnu viku. Fuat Deniz var maður Rúnu í Baianstovu úr Havn STOCKHOLM: Fitt av fólki var komið saman, serliga í Örebro, har Fuat Deniz búði og arbeiddi, og har røddi m. o. Andreas Carlgren, umhvørvismálaráðharri.
Í Stockholm røddu m. a. Lars Ohly, leiðari fyri Vänsterpartiet, og einkjan eftir Fuat Deniz, Rúna Deniz í Baianstovu, ið er ættað úr Havn. Hon las brot úr seinastu bókini hjá Fuat Deniz, ið gjølla viðger ta demokratisku skipanina, og Rúna spurdi m. a. í síni røðu, um nakar kann hava uppfatað granskaravirksemið hjá Fuat Deniz um minnilutar, nationalstatin, hugsunnarfrælsi o. a. sum eina so stóra hóttan, at tey vildu honum eftir lívinum.
Fuat Deniz var av assýriskum uppruna og víðakendur úti í heimi fyri sína umfatandi gransking av assýriskari søgu og viðurskiftunum hjá assýrum. Henda gransking hevur mangan fingið ilt í víðgongdar turkiskar nationalistar, men enn er ov tíðliga at siga, um morðið var politiskt, ella um drápsmaðurin var ein ørvitisfiskur.
Svenska løgreglan hevur fingið hópin av upplýsingum, ið kunnu hava samband við morðið. Hetta er sera rúgvismikið tilfar, og enn vil løgreglan einki ítøkiligt siga hesum viðvíkjandi.
Skrivað hevur: Heri Eysturlíð