Á miðdegi í gjár var enn púra óvist, nær ein loysn fæst á ósemjuni, sum hevur tikið seg upp ímillum Ejler Jacobsen, reiðara í Havn, og og norsku skipasmiðjuna, Vestcon, sum hevur smíðað nýggju Krúnborg.
Eftir sáttmálanum skuldi skiasmiðjan keypa gamla Krúnborg fyri 20 milliónir, og tað skuldi vera eginpeningurin hjá Ejler Jacobsen.
Treytin var, at gamla Krúnborg skuldi hava full klassapappír.
Og tað hevur hon. Men nú vil norska skipasmiðjan kortini ikki góðtaka gomlu Krúnborg uttan víðari, sigur Ejler Jacobsen
Og fyrrenn skipasmiðjan vil góðtaka gomlu Krúnborg, vil hon heldur ikki lata nýggju Krúnborg sleppa avstað.
So hóast nýggja Krúnborg hevur verið siglingarklár í fleiri dagar, er tað enn fullkomiliga óvist, nær hon kemur til Føroya.
Ejler Jacobsen sigur, at norska skipasmiðjan krevur nú nógv meiri av Krúnborg, enn avtalað var í sáttmálanum. Eitt nú krevur hon, at hon verður klassað einaferð afturat.
Men tað heldur Ejler Jacobsen ikki nakra grund vera til, tá ið Krúnborg hevur full klassapappír frammanundan
Alt hetta vildi norska skipasmiðjan ikki siga nakað um við Útvarpið á mið?degi í gjár.
Hinvegin segði norski skipasmiðjustjórin, at teir høvdu varnast ein tekniskan trupulleika við gomlu Krúnborg, sum ongin hevði vitað nakað um. Og ósemjan var nú um, hvør skuldi betala fyri, at hesin trupulleikin varð loystur, Ejler Jacobsen ella norska Skipasmiðjan.
Norski skipasmiðjustjórin vildi tó ikki siga fyri Útvarpinum, hvat tað var fyri ein tekniskur trupulleiki. Men talan var ikki um nakað álvarsligt.
Ejler Jacobsen sigur, at sakførarar hjá báðum pørtum arbeiða nú við málinum.










