Enn er vetur

Køld luft og vetraræl streyma inn yvir landið av vestri. Í morgin fer eitt brúgvalag framvið av vestri og síðani koma kalda luftin og ælini aftur. Fríggjadagin fer eitt lágtrýst, á veg í ein landnyrðing, væntandi framvið beint eystan fyri Føroyar og leygardagin kemur enn eitt brúgvalag inn yvir okkum av vestri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og snarar í ein vestan og útnyrðing. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Í nátt makar hann vindin í fleyr til gul av vestri, 2 til 5 m/s. Tað verður turt, men sum frá líður skýggjað og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Í morgin

Hann snarar vindin í ein sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 5 og 8 stig. Móti kvøldið snarar hann í ein vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina av útsynningi. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri ella ymsum ættum, undir 8 m/s. Skýggjað og kavi, vátaslettingur ella regn og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og vestri, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavi, men seinni samdrigið og ælaveður, møguliga sum vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig. Um náttina snarar hann í sunnan og landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin

Hann øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum og nógv regn. Hitin millum 3 og 8 stig. Seinni snarar hann vindin í sunnan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 1 og 3 stig.

 

Sunnudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum spakuliga makar nakað. Samdrigið og vetraræl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.