Enn er støða ikki tikin um Voxbotn - sum verður um tríggjar vikur

Eftir ætlan verður stóri konsertdagurin hildin hin 10. apríl

10. apríl skal Vágsbotnur í Havn eftir vera karmur um ársins størsta konsertdag, Voxbotn. Talan er um Voxbotn-tiltakið frá 2020, sum er blivin útsettur tvær ferðir nú.

Men tað eru fleiri, ið ivast í, um Voxbotn verður til nakað, orsakað av støðuni við koronu. Vit hava í løtuni bert ein smittaðan í landinum, og sum støðan sær út nú, so verða Føroyar skjótt koronufríar. Tí eru eisini fleiri, ið halda, at tað væl burdi borið til at hildið eitt stórt tiltak - við neyðugum fyrivarni.

Men fyrireikararnir eru ikki komnir við nakrari almennari fráboðan enn um, hvussu tað verður 10. apríl.

– Vit hava ikki tikið støðu til tað enn. Tað verður innan fyri nærmastu framtíð, sigur Rúni Djurhuus, sum samskipar Voxbotn.