Finnur Helmsdal viðgongur, at veljarakanningin ikki sær nakað serligt út fyri hansara viðkomandi, men ? sum hann sigur ? enn eru ikki alla súður syftar Veljarakanningin í Sosialinum fríggjadagin hevur uttan iva loypt hvøkk á nógvar politikarar. Kanska serliga teir í miðstaðarøkinum.
Kanningin sær ikki so gott út fyri politikarar í Havn. Minst fimm av høvuðsstaðarpolitikarunum koma ikki inn aftur sambært kanningini.
Eg dugi ikki at siga, hvussu eftirfarandi hendan kanningin er. Fyri mítt viðkomandi havi eg verið lítið frammi og havi lýst lítið. Nú skal eg so í sjónvarpið í kvøld, so tað er møguligt, at tað fer at gera mun, sigur Finnur Helmsdal.
Hann sigur, at hann veit ikki, hvussu nógv ein skal leggja í eina slíka kanning, tí mann skal minnast til, at tað er ein heil vika eftir til valið.
Hinvegin skal mann heldur ikki ignorera eina slíka kanning, men nógv kann sum kunnugt henda upp á eina viku, sigur Finnur Helmsdal, sum annars ikki hevur tær nógvu viðmerkingarnar til veljarakanningina, sum bert gevur tingmanninum 0,5% av atkvøðunum hjá Tjóðveldi.