Enn er hann ikki klárur at velja annað starvið

Enn er tíðin ikki búgvin til at taka støðu til um Kristin Michelsen skal verða borgarstjóri á Tvøroyri, ella um hann skal vera løgtingsmaður. Tað gjørdi hann greitt á býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið.

 

Annars hevur meirilutin í býráðnum áður samtykti, at geva honum loyvi til, bæði at vera løgtingsmaður og at vera borgarstjóri ísenn. Men síðani er støðan í býráðnum broytt, og Kristin Michelsen hevur mist meirilutan.  Og tann 29. desember samtykti tann nýggi meirilutin í býráðnum at taka tilsøgnina aftur um at loyva honum at røkja bæði størvini. Osøkin er, at tey halda, at Tvøroyri hevur brúk fyri at hava ein borgarstjóra, sum einki starv hevur afturat.

 

Sostatt skuldi Kristin Michelsen velja um hann vil vera borgarstjóri burtur av, ella um hann vil vera løgtingsmaður, tí meirilutin í býráðnum góðtók ikki at hann røkti bæði størvini. Men henn hevur Kristin Michelsen ikki sagt annað starvið frá sær, og á býráðsfundi í kvøld gjørdi hann greitt, at enn var støðan ikki búgvin til at taka eina avgerð.

 

Málið var ikki á skrá fyri býráðsfundin, men kortini vildi meirilutin hava at vita frá honum, hví hann ikki hevur tikið støðu enn. Og samstundis heita tey staðiliga á hann um at taka støðu og at boða frá, hvørja støðu, hann hevur tikið.

 

Kristin Michelsen hevur áður boðað frá, at hann viðurkennur ikki, at Innlendismálaráðið skal vera kærumyndugleiki í hesum málið, sum tað annars er. Hann sigur, at umboð fyri Kommunala Eftirlitið hava longu sagt sína meining í miðlunum og tí tey tey ógegnið at taka støðu til eina kæru.

 

Tískil hevur hann sent teimum skriv og biðið tey finna eitt annað aðalráð til  at viðgera eina møguliga kæru í málinum. Og á býráðsfundinum í kvøld staðfesti hann, at enn hevur Innlendismálaráðið ikki svarað. Hann heldur somuleiðis, at eftir sum býráðið áður hevur givið honum tilsøgn um at røkja bæði størvini, hevur hann rætt til eina hoyringsfreist, áðrenn tilsøgnin verður tikin aftur, men tað hevur hann ikki fingið.

 

Og samstundis ivast hann í um býráðið hevur heimild til at taka tilsøgnina aftur. Hann vísir til dómin fyrr í hesum vikuni í sambandi við skúlabygnaðin í Sunda Kommunu. Mentamálaráðið hevði givið kommununi heimild at skipa skipa skúlabygnaðin upp á ein ávísan máta, men seinni tók Mentamálaráðið tilsøgnina aftur. Sunda Kommuna stevndi og Rætturin kom til ta niðurstøðu, at tilsøgnin kundi ikki takast aftur.

 

Og hann heldur, at málið um tilsøgnina til hann um at vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri, kann samanberast við málið ímillum Sunda Kommunu og Mentamálaráðið.

 

Sostatt hevur hann ikki enn tikið støðu í málinum, og hann veit heldur ikki, nær málið verður búgvið at taka støðu til. Tað kann verða skjótt, men tað kann eisini verða um drúgva tíð, sigur hann.