Ítróttarættindi
Tað eru nú tríggir mánaðir síðani, at sáttmálatrætan millum Kringvarpið og ÍSF av álvara kom fram í ljósmála. Ein træta, sum fyrst og fremst snýr seg um, at Kringvarpið hevur noktað fyri at nýta tey lýsaranøvn, sum ávísar ítróttagreinar hava knýtt at sínum kappingum. Eitt nú soleiðis sum Hond- og Fótbóltssambandið hava gjørt.
Og tað hevur serstakliga verið Fótbóltssambandið, sum hevur sett seg upp ímóti avgerðini hjá Kringvarpinum. Ella kanska rættari, redaktiónunum á Út- og Sjónvarpinum. Snøgt sagt, so hevur FSF noktað at ganga undir eina kollektiva avtalu, har einkarættur at varpa verður latin Kringvarpinum. Og har Kringvarpið framhaldandi heldur fast um sama politikkin við ikki at nevna lýsaranøvn sum t.d. Formula-deildin.
Hinvegin hava vit skilt, at Hondbóltssambandið hevur latið ÍSF fulltrú at samráðast, uttan at treyta sær, at sponsor-nøvnini verða nevnd.
Onga viðmerking
Tað eru nú nakrar vikur, síðani seinasta fundurin var í málinum, men hetta merkir ikki, at samráðingarnar eru steðgaðar upp.
- Tað er komið nakað í drag, tí fólk upp á skift hava verið burturstødd. Men nú eru vit øll at kalla samlað aftur, og stutt undan jólum verður so næsti fundurin, sigur John Kjær, sum vegna ÍSF er samráðingarleiðari.
John er púra kúrrur, tá spurt verður um, hvørt nakað glið yvir høvur er komið á samráðingarnar.
- Vit hava avtalað, at so leingi sum samráðst verður, so hava vit ongar viðmerkingar, er einasta svarið, sum verður givið um hetta.
Men sum vit á blaðnum hava skilt, so er støðan hjá pørtunum báðum ikki vikað stórvegis. Og eitt nú hava feløgini innan FSF lagt upp til, at talan verður um ein sáttmála, har Kringvarpið ikki fær einkarrætt, og har treytað verður, at sponsor-nøvn verða nýtt.
Samstundis hevur Kringvarpið staðfest, at avgerðirnar hjá redaktiónunum enn standa við makt.
Spurdur um hetta ikki í veruleikanum merkir, at tað er ógvuliga lítið at samráðast um, hevur John Kjær framvegis somu støðu.
- Vit gera ikki viðmerkingar.
Men hava tit nakað at samráðast um?
- Tað er væl tí, at vit enn sita við borðið. Og tað í sjálvum sær er væl saktans positivt, sigur hann.
Sáttmálin, sum ÍSF hevur við Kringvarpið, gongur út á nýggjárinum. Avtalað er tó millum partarnar, at so leingi sum gongd er á samráðingunum, stendur gamli sáttmálin við.