Enn er einki samtykt í Sjóvar kommunu

Artur Johansen, borgarstjóri, sigur, at málið um framtíðarætlanir við bygdarhúsinum er til viðgerðar í trivnaðarnevndini, og har verða nógvir ymiskir møguleikar viðgjørdir

Strendur

 

Sambært borgarstjóranum í Sjóvar kommunu, Arturi Johansen, er eingin endalig avgerð tikin í kommununi enn um lagnuna hjá bygdarhúsinum.

- Málið um framtíðarætlanir við húsinum er til viðgerðar í trivnaðarnevndini, og tað er ikki lagt fyri bygdaráðið til støðutakan enn. Trivnaðarnevndin er heldur ikki komin til nakra endaliga niðurstøðu.

Borgarstjórin er tó avgjørdur, tá hann sigur, at neyðugt er at fáa skilagóðan rakstur í bygdarhúsið, um tað skal rekast sum partur av virkseminum hjá kommununi.

- Vit hava havt ymiskar skipanir við húsinum gjøgnum árini, og tað kann væl ikki vera ætlanin, at tað einasta, vit regluliga kunnu bjóða í hesum húsi, er ein grillbarr, sum hann tekur til.

Hann heldur, at fólk í kommununi kundu havt ”bakkað” húsið betri upp gjøgnum árini, um tey eru so fegin um at varðveita bygdarhúsið sum framhaldandi ogn hjá kommununi.

Artur Johansen sigur, at Sjóvar kommuna hevur spurt seg fyri hjá stýrinum fyri Heimamissiónina, um áhugi er fyri møguligum umbýti, men longur er málið ikki komið.

- Sum áður sagt, er eingin avgerð tikin enn, hvørki í trivnaðarnevndini hjá kommununi, ei heldur í bygdaráðnum, leggur borgarstjórin dent á.