Enn er einki boð komið

Tað, er vandamikið at byggja eina nýskipan á áskoðanina hjá tveimum ella trimum búskaparfrøðingar sigur løgmaður

 

Tað, sum higartil er komið fram, er ikki nøktandi grundarlag fyri eini semju um eina nýggja fiskivinnuskipan.

Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, greitt á almennum fundi hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið.

 

Hann vísir á, at summir flokkar tvíhalda um, at fiskirættindi skulu seljast á uppboði.

- Men enn er einki ítøkiligt boð komið upp á, hvussu vit skulu skipa eina uppboðssølu og um útlendingar skulu sleppa at bjóða, ella ikki.

Hann sigur, at tann spurningurin er alt ov lítið viðgjørdur.

- So vítt eg veit eru heldur eingi dømi um, at onnur lond selja fiskirættindi á uppboði, legði hann afturat.

- Tað er ringt at tosa um eina uppboððsølu, uttan samstundis at taka støðu til, hvussu rúmar ræsir útlendingar skulu hava at bjóða, og at eiga í føroyskari fiskivinnu, sigur løgmaður.

- Ein av teimum stóru avbjóðingunum er at finna semju um, hvussu hvussu fiskiríkidømið skal býtast út, sigur løgmaður.

Eitt annað mál, sum nógv verður tosað um, er nógv umrødda tilfeingisrentan, sigur løgmaður. Men hvussu skal hon roknast út?, spyr hann.

 

Upphæddirnar á upp ímóti einari milliard, sum tað hevur verið nevnt, at landið skal krevja inn í tilfeingisrentu, er burtur úr vón og viti, sigur løgmaður.

- Kunnu vit fáa tað á beint aftur, hava vit ein møguleika at fáa eina semju.

 

Hinvegin er løgmaður samdur í, at tá ið vit hava fingið so stór virði, er tað ikki tann besta skipanin, at tey eru á so fáum hondum, sum tey eru. 

Tað hevur verið ført fram, tá ið virðini eru á so fáum hondum, er ein vandi fyri, at tær íløgur, sum verða gjørdar, eru skeivar.

Men tað er akkurát líka vandamikið at byggja broytingarnar á metingarnar hjá tveimum ella trimum búskaparfrøðingum.

- Tí hvat verður avleiðingin, skuldi tað hent, at teir mistaka seg, spyr løgmaður.

 

Løgmaður heldur samstundis, at tað er neyðugt at fáa undirtøku í so stórum parti av løgtinginum sum gjørligt fyri eini nýggjari skipan.

Tí hann stúrir fyri, at samtykkir samgongan eina skipan einsamøll, fer hon ikki at halda. Og tað, sum ikki má henda, er at vit fáa eina skipan, sum verður broytt aftur beinanvegin, heldur hann.

 

Harafturat vil løgmaður hava eina umsitingarætlan fyri fiskivinnuna, har fiskidagar og annað, verður lagt fast í nøkur ár ísenn, kanska í trý ár, ella í fimm ár.

 Hann heldur nevniliga ikki, at tað er heppið, at tað er ”kríggj” í løgtinginum eina ferð um árið, har politikarar berjast um nøkur prosent hendavegin ella hinvegin.