Enn er einki avgjørt

Samgongusamráðingarnar eru nú komnar so langt, at flokkarnir hava skjalið til gjøgnumlestur, men tað er eisini um at verða síðsta freist

Tí klokkan nærkast 11:00 og tað er tíðin, tá løgtingsformaðurin skal hava boð frá Anfinni Kallsberg, samráðingarleiðara um, hvørt tað verður egg ella ungi.


Men um tað verður nøkur samgonga burturúr er ov tíðla at siga enn. Tí klokkan hálvgum sjey segði Anfinn Kallsberg, at tað enn eru nakrir kantar at slípa.


Truplasti spurningurin at loysa hevur verið ríkisspurningurin.


Trupult var at fáa orðingarnar at sita, og serliga var tað spurningurin um tað skulu ein ella tvær fólkaatkvøður til, sum góvur trupulleikar.


Vónirnar til eitt positivt úrslit eru ivasamar, serliga tí, at skotbráið er stutt og enn eru eingi málsøki býtt og eingir landssstýrismenn hava fingið navn og enn hava flokkarnir ikki býtt nevndarsessir.