Enn er óvist, hvat verður av stóra Venjingarskúlanum á Frælsinum. Landið og Kommunan eiga bygningin í felag, men nú Tórshavnar Kommuna hevur gjørt av at byggja ein nýggjan, stóran Vesturskúla, hevur tað ligið í kortunum, at landið skuldi keypa partin hjá kommununi av Venjingarskúlanum og at leggja alt økið afturat Fróðskaparsetrinum.
Tað hevur ljóðað, at kommunan er sinnað at selja landinum Venjingarskúlan fyri einar 20 milliónir. Men hóast málið hevur verið til viðgerar leingi, er enn eingin avgerð tikin, sigur Bjørn Kalsø, landstýrismaður. Men hann sigur, at Mentamálaráðið hevur gjørt eina støðulýsing av skúlanum og tær vísa, at hann krevur stórar ábøtur. Hann krevur ábøtur fyri einar 16-20 milliónir alt fyri eitt, men í longdini krevur hann ábøtur fyri aðrar 20 milliónir.
Harafturat skulu umbyggingar gerast so at lúka tørvin hjá Fróðskaparsetrinum. Sostatt er talan um nógvan pening og tað verður eisini ein avbjóðing, tí játtanin er tepur, sigur Bjørn Kalsø.
- Venjingarskúlin er ein partur av okkara framtíðarætlanum í sambandi við Fróðskaparsetrið, tí hann ber nógvar møguleikar við sær, tí stykkið er so stórt. Men endalig avgerð er ikki tikin enn, sigur landsstýrismaðurin.
|