Enn er bara ein umsókn til leiðandi læknastarv

Men hesa ferð verður starvið ikki lýst leyst aftur

Tað er framvegis bara ein umsøkjari til starvið sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Tað er greitt, nú umsóknarfreistin fór mánakvøldið.

 

Starvið varð annars lýst leyst fyrr í ár, men tá var bara ein umsøkjari og tað var Tórmóður Stórá, sum annars hevur røkt starvið í fleiri ár.

 

Men hann fekk ikki starvið, tí á Landssjúkrahúsinum er tað føst mannagongd, at tá ið leiðandi størv verða sett, og tað bara er ein umsøkjari, verður starvið lýst leyst av nýggjum.

 

Tankin er, at hugsast kann at kanska hava áhugaðir umsøkjarar ikki fingið eyga á lýsingina og tískil skulu teir fáa ein møguleika afturat.

Tískil varð starvið lýst leyst av nýggjum og umsóknarfreistin varð sett til 1. september.

 

Og nú umsóknarfreistin er farin, er tað framvegis bara ein umsøkjari.

Men leiðslan á Landssjúkrahúsinum sigur, at hesa ferð verður starvið ikki lýst leyst av nýggjum.

 

Sostatt munnu tey nú halda, at øll, sum kunnu hugsast at hava áhugað í starvinum, hava fingið tað við, at tað er lýst leyst.

Starvið verður sostatt sett av nýggjum.

 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á Tórmóð Stórá, men við hann segði við kringvarpið nú ein dagin, at hann fór at søkja starvið aftur.
Hevur hann gjørt álvara av, er tað sostatt greitt, at hann verður settur í starvið.