Enn er arbeiði til allar hendur

Arbeiðsloysið er framvegis minni enn eitt prosent

Tað er framvegis arbeiði til allar hendur í Føroyum. Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at arbeiðsloysið er framvegis minni enn eitt prosent. Í janurar var tað 0,8 prosent og sostatt hevur taðhildið sær undir eitt prosent síðani í juli í 2021.

 

Tað merkir, at í roynd og veru er einki arbeiðsloysi.

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í januar vóru 249 fólk arbeiðsleys. Vanliga hava tað verið fleiri kvinnur arbeiðsleysar, enn tað eru menn, men tann munurin hevur javnaða seg seinastu árini og nú er arbeiðsloysið 0,8 prosent hjá báðum kynum.

 

Men tað er framvegis stórur munur á teimum ymsu økjunum í landinum. Arbeiðsloysið er minst í Eysturoy, har tað er 0, 4 prosent, í Vágum er tað 0,5 prosent, í Norðoyggjum er tað 0,6 prosent.

 

Í Eysturoy er arbeiðsloysið 0.8 prosent og í Suðurstreymoy er tað 0,9 prosent.

 

Men suðurøkið í Føroyum er í eini serstøðu, tí í Sandoynni er arbeiðsloysið tvey prosent og í Suðuroy er tað 1,7 prosent.