Enn er arbeiðsloysið nógv størst í Suðuroy

Í Suðuroy er arbeiðsloysið tvær ferðir so stórt sum tað er í landinum annars og meiri enn tríggjar ferðir so høgt, sum í Vágum, har tað er lægst

 Í januar var arbeiðsloysið 2,1 prosent og tað er tað sama, tað hevur verið hesar seinastu fýra mánaðirnar.

 

Í tali vóru tað 589 fólk arbeiðsleys í januar í ár, tað eru 144 fólk færri enn sama mánað í fjør. Munurin ímillum kynini er eisini tann sami, við tað, at arbeiðsloysið hjá monnum er 1,6 prosent, og hjá kvinnum er tað 2,6 hjá.  

 

Tað er í Vágum at arbeiðsloysið er minst, tí har er tað 1,3 prosent. Hinvegin er arbeiðsloysið nógv størst í Suðuroy, tí har er tað 4,2 prosent. Men kortini er arbeiðsloysið í Suðuroy munandi minni nú enn hevur verið, tí síðsta summar var tað seks prosent.

 

Sostatt er Suðuroy í eini serstøðu á hesum øki, men í landinum annars er lítil munur á arbeiðsloysinum, tí har liggur tað ímillum 1,3 prosent og 1,9 prosent, men í Suðurstreymoy er tað kortini 2,4 prosent.