Enn eitt vónbrot hjá Liverpool

Eiheldur í triðju royndini eydnaðist tað at fáa ein sigur í Europa League.

Tað gongur als ikki eftir vild hjá Liverpool í ársins útgávu av Europa League. Undan dystinum ímóti Rubin Kazan í kvøld var úrtøkan tveir javnleikir ímóti FC Sion og Bordeaux, men í kvøld skuldi Liverpool so royna at fóta sær aftur í kappingini undir nýggja venjaranum, Jürgen Klopp.

Marko Devic legði Rubin Kazan á odda eftir einum korteri, men daprari gjørdust útlitini, tá ið Oleg Kuzmin varð rikin av vølli í 36. minutti og Emre Can javnaði fyri Liverpool minuttin eftir. Hóast ein í yvirtali í næstan ein tíma, so eydnaðist tað ikki Liverpool at fáa nakað mál afturat. 1-1 gjørdist úrslitið.

Betur gekst hjá Molde, sum undir nýggja venjaranum, Ole Gunnar Solskjær, megnaði at vinna 3-1 ímóti Celtic. Norska felagið er framvegis ósigrað í Europa League og er oddalið í bólki A við sjey stigum eftir tríggjar dystir.

Úrslitini í Europa League í kvøld vóru hesi:

Fenerbahce – Ajax 1-0
Molde – Celtic 3-1
Bordeaux – Sion 0-1
Liverpool – Rubin Kazan 1-1
FK Qabala – Broussia Dortmund 1-3
PAOK Thessaloniki – FC Krasnodar 0-0
FC Midtjylland – Napoli 1-4
Legia Warzawa – Club Brugge 1-1
Rapid Wien – Viktoria Plzen 3-2
Villarreal – Dinamo Minsk 4-0
Braga – Marseille 3-2
Liberec – FC Groningen 1-1
Dnipro – Saint-Etienne 0-1
Lazio – Rosenborg 3-1
Lokomotiv Moskva – Besiktas 1-1
Sporting Lissabon – Skenderbeu 5-1
Basel – Belenenses 1-2
Fiorentina – Lech Poznan 1-2
Anderlecht – Tottenham 2-1
Monaco – Qarabag FK 1-0
APOEL Nicosia – Asteras Tripolis 2-1
Schalke 04 – Sparta Prag 2-2
AZ Alkmaar – Augsburg 0-1
Partizan Beograd – Athletic Bilbao 0-2