Enn eitt U21-bragd

Føroyska U21-liðið í fótbólti vann móti Montenegro, sum endaði við 10 monnum

 

 

Føroyska U21-landsliðið hevur enn einaferð framt eitt satt bragd.

 

Í dag vitjaði Montenegro á Svangaskarði. Har vistu gestirnir, at tað mest sannlíkt var nóg mikið til at vinna seg víðari úr undankappingarbólkinum, um teir fingu stig við sær. Undan dystinum var Rumenia eitt stig frammanfyri Montenegro, men Rumenia hevði trupla uppgávu á útivølli móti Týsklandi.

 

Helvtin av roknistykkinum helt, tí Rumenia fekk av at vita móti Týsklandi.

 

Men hin helvtin helt ikki. Bert eitt mál kom á Svangaskarði, og tað setti Ári Mohr Jónsson í netið, tá góður hálvur tími var farin av dystinum.

 

Støðan helt sær allan dystin, og tað var heldur ikki meira, enn okkara menn høvdu uppiborið. Eina løtu royndu gestirnir at seta okkara menn undir trýst, men størsta partin av seinna hálvleiki høvdu føroysku spælararnir tamarhald á. Seinna partin av seinna umfarinum spældu vit okkum eisini fleiri ferðir í góðar kontra-støður, men tað eydnaðist tó ikki at fáa úrtøku úr hesum.

 

Seinastu løtuna kókaði eisini heilt yvir hjá gestunum. Áleyparin, Mugosa, fekk nevnliga reytt kort, tá hann rendi Bárð Hansen um koll.

 

 

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Bárður Hansen, Hørður Askham, Bogir Reinert Petersen, Ári Mohr Jónsson – Tróndur Jensen (Rógvi Joensen, 75.), Brandur Olsen – Árni Fredriksberg (Poul Ingason, 88.), Ari Ellingsgaard, Heðin Hansen (Pál Mohr Joensen, 66.) – Gunnar Zachariasen