Hóast venjaraskifti, so gongur framvegis striltið hjá Julian og teimum í Hull City.
Um vikuskiftið spældu teir á útivølli móti Swansea, og sum tað so ofta er hent í seinastuni, so gjørdist talan enn einaferð um eitt tepurt tap. Tað var nevnliga Swansea, sum í 84. minuttir skeyt einasta málið í dystinum, so hóast leikararnir hjá Hull royndu at stríðast fyri nýggja venjaranum, so gav hetta einki úrslit.
Á heimasíðuni hjá Hull verður sagt, at hóast glottar vóru at síggja á liðnum, so er spælið framvegis alt ov tannleyst, og at um spælararnir ikki taka annað skinn um bak heilt skjótt, so dettur liðið eisini burtur úr sonevnda play-off plássinum, sum teir í løtuni eru á.
Eftir at hann seinasta vikuskiftið var á beinkinum, spældi Julian Johnsson hesa ferð allar 90 minuttirnar fyri Hull, men eins og hjá liðfeløgunum, so var talan ikki um tað góða spælið frá føroyinginum, hóast stríðsviljin sum vant var í topp.










