Enn eitt tap

Ongland

Julian Johnsson var ikki á vøllinum, tá Hull City enn eina ferð var við undirlutan í ensku 3. deildini týsdagin.
Roknað varð annars við, at føroyski miðvallarin fór at verða tøkur, men skaðin, sum hevur argað seinastu vikuna, sýntist tó somikið treiskur, at Julian kortini ikki fekk spælt.
Sum sagt, so gjørdist talan um enn eitt tap hjá Hull. Hesa ferð var mótstøðuliðið Rochdale, og tó at Hull tvær ferðir var frammanfyri, so eydnaðist heimaliðnum at enda at vinna dystin 3-2.