Í 21. umfari og í 23. umfari í vodafonedeildini seinni í ár skulu sundalagsmenn aftur í Gundadal at spæla ímóti ávikavist HB og B36. Skal ein meta út frá tveimum teimum seinastu umførunum, so er ikki júst talan um ein eydnisvøll hjá EB/Streymi, sum aftur dróg svart í Gundadali á hesum sinni. Hesaferð gekk galið longu, tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum. Gert Hansen rendi Fróða Benjaminsen um koll í brotsteiginum. Fróði Benjaminsen tók sær sjálvur av brotssparkinum. Og var hann sera tryggur úr ellivu metrum hesaferð.
Træverk og mál
Dysturin kom í eina heldur linliga periodu aftaná leiðslumáli hjá HB, men miðskeiðis í hálvleikinum kom ferð á aftur. Liðini spæla við fríari teymum nú. EB/Streymur hevði eitt skot á tvørtræið, og HB rakti stongina. Sjey minuttir undan steðginum økti HB til 2-0. Hendrik Rubeksen, sum loysti av tann leikbannaða Jón Krosslá Poulsen sum framherji, fór til baklinjuna í høgru, sendi inn fyri málið, har verjuspælarin hjá EB/Streymi, Marni Djurhuus stýrdi bóltinum í egið mál, og mótbrekkan hjá EB/Streymi var vorðin enn brattari. Nógv viðhaldsfólk hjá EB/Streymi mettu, at tað átti at verið bríkslað fyri rangstøðu áðrenn málið fall, og tað góvu summi av teimum eisini til kennar.
Sundalagsmenn ressaðust
Arnbjørn Hansen kom inn fyri ein skaddan Hans Paula Samuelsen aftaná steðgin, og sundalagsmenn vóru munandi naskari í seinna hálvleiki, og tað gav eisini úrslit tíðliga í seinna hálvleiki, tá EB/Streymur fekk eitt sera vakurt mál. Verjukempan Egil á Bø var farin fram við í álop, tá átta minuttir vóru farnir av seinni hálvleiki. Egil meddaði til úr 20 metrum. Bólturin fór upp í málhornið hjá Heðini Stenberg í HB-málinum.
HB svarar aftur
Næsta stóra korterið var EB/Streymur omaná, men so vendi HB øllum á høvdið aftur. Kári Nielsen hjá HB tók fríspark av miðvøllinum. Bólturin ferðaðist millum vinir og fíggindar, Rói Danielsen fekk høvdið á bóltin, og bólturin fór í málið. Best sum fólk vóru við at avskrivað EB/Streym vísti liðið aftur góðan moral. Tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini gjørdi Gert Hansen skaðan góðan aftur frá fyrsta hálvleiki, tá hann flúktaði bóltin framvið Heðini Stenberg via stongina og inn í málið. Seinastu løtuna trýsti EB/Streymur, og HB fór í mótálop, men fleiri mál fullu ikki í dystinum. Ásannast má tí, at EB/Streyms-fjepparin sum á sinni kallaði Gundadal fyri “Gandadal”, nú aftur hevur eina søk.
Vóru ikki klárir
Hans Pauli Samuelsen var vónbrotin um enn eitt tap í Gundadali: - Vit vóru slettis ikki klárir frá byrjan av. Teir fáa eitt keðiligt brotsspark, sum ger tað nógv lættari fyri teir tíðliga í dystinum. Í fyrra hálvleiki eru vit slettis ikki klárir. Vit eiga tað mesta av seinna hálvleiki, men tað rakk so ikki, ásannaði Hans Pauli Samuelsen aftaná annað tapi á rað hjá EB/Streymi í Gundadali í ár.