Enn eitt stort tap

Annan dagin á rað vóru Føroyar fyri einum stórtapi. Føroyar taptu týsdagin 3,5-0,5 móti gamla sovjettlýðveldinum Kyrgisia. Tapið var kanska væntandi, tí teir vóru næstan líka sterkir sum Kolumbia, men føroysku telvarnir ætlaðu sær at reisa seg eftir fyrra tapið.

Talv

Bled: Liðskiparin hevði framt tvær útskiftingar. John Arni Nilssen fekk frí, og Martin Poulsen slapp eisini at summa seg eftir tapið móti Kolumbia, tá ið einki gekk honum eftir vild. Men stóra útskiftingin hjálpti einki.

Einstøku talvini
John Rødgaard fekk aftur svart, men hesuferð var tað á fyrsta borði, og teir eru tyngri at syfta enn telvarnir á øðrum borði. John hevði ikki tapt síðani í øðrum umfarið, men her mátti hann lúta. Talvið var toluliga javnt, men kyrgisin fekk spakuliga togað seg avgerðandi framum, og so vendist ikki aftur hjá John. John hevur nú havt rættuliga nógv talv við svørtum, so honum leingist uttan iva eftir at fáa hvítt aftur.
Heini Olsen sat á øðrum borði. Við hvíta fólkinum fekk hann javnleik. Talvið hjá teimum var tekniskt og tað endaði eisini við einum tekniskum javnleiki. Hálva stigið hjá Heina tryggjaði Føroyum undan fullkomnum sorli.
Eyðun Nolsøe segði eftir talvið í dag, at hann helt seg standa toluliga væl eina løtu, men tá ið hin fór í álop, átti Eyðun einki at verja seg við og var so líðandi spældur av borðinum.
Hans Kristian Simonsen stóð eina løtu í byrjanini betri, men fekk einki burturúr fyrimuninum. Mótstøðumaðurin var tolin og vann seg leik fyri leik inn aftur í talvið og hevði at enda tryggjað sær avgerðandi fyrimun, so Hans Kristian var noyddur at leggja kongin.
Føroyar hava nú 18 stig fyri 10 dystir. Í stigatalvuni er Føroyar helst farið niður um styrkismetingina, sum er nummar 86. Sum væntað fingu Føroyar veikari mótstøðulið í 11. umfari, nú ósigrarnir hava verið so dyggir í seinastu tveimum umførunum. Í 11. umfari skulu føringarnir telvad móti Sri Lanka, sum er styrkismett nummar 103.

Føroysku úrslitini í 10. umfarinum

John Rødgaard (2345) - IM Vladimir Magai (2531)0-1
Heini Olsen (2248) - Milan Turpanov (2386)0,5-0,5
Eyðun Nolsøe (2236) - Aldis Shukuraliev (0)0-1
Hans Kristian Simonsen (2231) - Andrey Maznitsin (2132)0-1