Bo Isholm, ið hevur verið skúlaleiðari á Tórshavnar Musikkskúla síðani 2004, er farin úr starvi. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.
Sum virkandi skúlaleiðari, inntil nýggur leiðari er settur og komin í starvið, er settur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar Musikkskúli hevur verið í stórari menning farnu árini og er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum. Skúlin bjóðar tónleikaundirvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi.
Í næstum verður lýst eftir nýggjum leiðara.









