Enn eitt stig á frælsisleið

Jon Hestoy, prentari
------
Í hesum døgum er fýrati ár liðin síðani Elberg Kletheygg, sáli, kom til mín ein dagin og spurdi meg, um eg hevði kunnað farið runt á Tvøroyri og kravt limagjald fyri Tjóðveldisfelagið í norðari helvt av Suðuroynni. Nýggir kustar vóru komnir í felagið og nú skuldi skil koma á. Hví hann spurdi meg, man vera tí, at hann visti at vit báðir høvdu somu hugsan, tá umræddi einar frælsar Føroyar. Eg fór so hugagóður á prutli mínum og kravdi inn limagjald. Summastaðni var eg móttikin við opnum ørmum og aðrastaðni svóru menn dýran eið upp á, at teir aldri høvdu verið ella fóru at vera limir í Tjóðveldisflokkinum.
Tíðin gekk og 10 ár seinni, fyri tríati árum síðani, stovnaði eg egna prentsmiðju á Tvøroyri. Hesu farnu árini hava verið ein avbjóðandi tíð, men málið fyri mínum virki, var ongantíð slept. Føroyar skuldi hava eina kappingarføra prentsmiðju. Í dag kann eg hyggja aftur við eyðmýkt og ikki sørt av stoltleika og siga, at alt er ikki nátt á prentøkjunum, men langt er komið. Á sjálvstýrisleið hevur gingið meira striltið, hóast eg eri eins sannførdur í mínum ynski um einar fríar og sjálvstýrandi Føroyar í dag, sum tá.
Flaggdagin kom „Loysingarpolitikkur í 1940, við serligum atliti at virki Erlends Paturssonar“ út. Tá ið eg kagi í snotuliga ritið og lesi um bardagan, sum Erlendur og hinir hugsjónarmenninir aftan Tjóðveldisflokkin høvdu, gerist eg ikki sørt heitur um hjartað. Eingin ivi var um at eitt frælst Føroyar var málið, eitt Føroyar har føroyingar ráða, liva og virka, eitt Føroyar sum telist millum aðrar frælsar tjóðir í heiminum!
Er nøkur bók, ið er komin út seinastu nógvu árini, ið átti at verið prentað í Føroyum, er tað henda! Tíverri, tað er hon ikki. Hóast ótaldar áheitanir hava tey, ið vara av bókini, ikki so frægt sum tikið stig til at biðja um tilboð upp á prentingina í Føroyum - skommin er tykkara. Tykkum nýtist ikki at svara aftur, at tað hevði verið ov dýrt. Tað vita tit ikki, tí tít hava ikki fingið ein prís uppá prent í Føroyum. Tað er lætt at nýta føgur um orð um sjálvbjargni, at ráða, liva og virka. Orðini skulu helst eisini hava ein veruleika aftanfyri seg.
Hjartaliga tillukku við bókini, og vónandi førir hon okkum enn eitt stig fram á frælsisleðini.