Enn eitt sjálvmál

Sámal Petur í Grund setur spurning við mítt trúvirði og heldur lítið um mína skriving. Men hon er væl ikki nógv øðrvísi enn tann hjá Torbjørn.

 

Eivind Jacobsen

 

Strendur

 

??????????????????

 

 

 

Sámal Petur í Grund setur spurning við mítt trúvirði og heldur lítið um mína skriving. Men hon er væl ikki nógv øðrvísi enn tann hjá Torbjørn. Man stílur hava nakað við eftirnavn at gera? Meðan Torbjørn fekk rósandi yrking fyri sín, fái eg rís fyri mín. Kanska trúgvin ger munin. Ella er tað bert eitt tiltrongt høvið hjá Gamla Sjálvstýrinum, og samb. veljarakanningum, skjótt Fyrrverðandi Sjálvstýrinum, at markera seg í eini seinastu desperatu roynd at tryggja ein tingsess til næsta valg.

 

Sámal Petur ger sama feil sum Helena. Hann lesur ikki tað sum skriva stendur. Tað sum Eivind viðmerkti til Høgna Hoydal var um Almannaútreiðslur frá 1990 til 2001. Her gloymdi Høgni við vilja at rokna við prísvøkstri. Tað er skaðiligt fyri trúvirði at misbrúka tøl móti betri vitan. Tað haldi eg Høgna Hoydal, verða ov góðan til. At aðrir eru líka ringir og verri er eingin umbering. Úrslitið verður ósakligt kjak.

 

Um Sámal Petur hevði hugsa seg um, hevði hann óiva verið samdur við mær í, at lønir hækka vanliga meira enn inflatiónin. Men tá eingin játtar pengar til útgerð, verður talan bert um meirútreiðslur, onga effektivisering og tænastustøði stendur í stað. Sjálvandi gjørdu starvsfólk sítt besta áðrenn lønin hækkaði, eins og tey gera tað aftaná. Tí vil eg pástanda, at hækking av útreiðslum til Almanna -og Heilsumál, umframt inflatión, bert er tað sum fagfeløg hava bart seg til. Veit heldur einki um at Karstin hevur givið nakað.

 

Størri útreiðslur og betri tænasta eru ikki altíð relativ. Tí vil eg framvegis pástanda, at tænastustøði ikki er betri enn tað var í 1990, og heldur ikki betri enn tað var í 1998. Hækking av pensjónum v.m. fer øll í dýrari olju, skatti og øðrum príshækkingum.

 

Væntandi almannaveiting

 

Tað sum eyðkennir fullveldismenn er ikki virðing og skil fyri pengum. Tá vit tosa um útreiðslur og tørv, eiga vit at meta hann í mun til ráðini. Politikkur er kompromi og raðfesting. Tí eiga vit at meta viljan hjá einum sitandi stýri eftir, hvussu stór inntøkan er í mun til, hvussu nógv teir brúka á einum ávísum øki. Hetta er einasti máti vit kunnu brúka. Tá vit gera tað, síggja vit, at í dag rópa fólk allastaðni frá um at tað manglar. Men hvat ger samgongan. Jú, teir reypa um yvirskot. Hvar er virðingin fyri teimum sum tørva. Tá tey gomlu mangla 2 krónur, fyri at klára seg, reypa tit av, at tit hava givið teimum eina krónu og sett eina í Landsbankan.

 

Sámal Petur sigur eisini, at ongantíð er nakað hækka so nógv sum á Almannaøkinum. Minni er stutt. Ongantíð í søguni er nakað hækka relativt so nógv sum løn og eftirløn til ting- og landsstýrismenn. Tí siga vit, tú ein lítlan, eg ein stóran.

 

Sámal Petur sigur, at játtanin til Almanna- og Heilsumál er hækka nakrar hundrað milliónir. Hetta er ikki rætt. Fíggjarlógin er hækka nógvar hundrað milliónir, meðan Almanna- og Heilsumál er so vítt eg minnist bert er hækka uml. 150 mió. Ella uml. 10-15%

 

Annars kann uplýsast at útreiðslur Landskassans, undir leiðslu Sambandsfloksins, til Almannaútreiðslur í 1980/81 vóru 317 mió, og í 1983/84 vóru tær 430 mió. Ella ein øking uppá 113 mió í 3 ár, sum er tað sama sum 35,6%. Hetta er sjálvandi írokna inflatión.

 

Vónandi er hetta nøkt-andi svar til Sámal Petur. Í hvussu so er skal hann folda seg út, um hann skal yvirhála Sambandsflokkin.

 

Sanniliga hevur Eivind sínar feilir, men trúvirði líður onga neyð. Vónandi kunnu øll siga tað sama.