Tað er Súsanna Brattaberg sum aftur hesaferð gevur frálæru eftir serstøkum máta, sum er brúktur í Italiu.
Um skeiðið sigur Súsanna soleiðis við Suðurrás: - Við einføldum venjingum, kunnu vit fáa røddina størri, lægri, hægri og breiðari alt tað, ið ein droymir um, tá ið ein hoyrir góðan sang. Tað er at líkna saman við ítrótt, tí við venjing kunnu vit betra røddina sera nógv. - Grundarlagið er stuttleikin at syngja, og at tit duga eitt sindur av nótum, sigur Súsanna.
Fyrra skeiðið varð fullteknað beinanvegin við luttakarum í øllum aldrum og úr allari oynni.
Sangskeiðið verður í Vágs kirkju og byrjar komandi mánadag og heldur fram til hósdagin. Pláss er fyri 15 næmingum.










