Enn eitt Ronaldo hattrick

Annan dystin á rað skoraði Cristiano Ronaldo trý mál í sama dysti, meðan Manchester City í evstu løtu megnaði at fáa javnleik móti Borussia Dortmund.

 

Í bólki D tók Ajax ímóti Real Madrid. Í fyrra hálvleiki var Real Madrid greitt omaná, men megnaði ikki at fáa hol á fyrr enn stutt fyri hálvleik. Málskjútti var ongin minni enn Cristiano Ronaldo.

 

Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá Karim Benzema við frálíkum máli økti til 2-0. Síðani kom Ajax væl við, men tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi Cristiano Ronaldo dystin við skoti uttanfyri brotsteigin. Tveir minuttir seinni var hann spældur leysur og lyfti bóltin uppum málverjan og í mál til endaliga úrslitið 4-1. Hann skoraði eisini hattrick um vikuskiftið í heimligu kappingini.

 

Borussia Dortmund var bara ein minutt frá at vinna á Manchester City. Dysturin var spennandi og bæði liðini høvdu góðar møguleikar. Serliga týsku meistararnir vóru ágangandi og skuldu havt vunnið dystin. Borussia Dortmund kom á odda í seinna hálvleiki, tá týski landsliðsleikarin, Marco Reus, fangaði eina feil avlevering og smekkaði til.

Í evstu løtu fekk Manchester City brotsspark, sum Mario Balotelli umsetti til mál.

 

Í bólki B vann Arsenal 3-1 á Olympiakos og hevur beina kós móti endaspælinum. Í bólki C reisti AC Milan seg eftir óvæntaða javnleiki í fyrsta umfari. Teir vunnu 3-2 á Zenit í Russlandi. Í bólki A tapti nýríku Paris Saint-Germain 1-0 fyri Porto í Portugal.

 

Úrslitiini í dag:

 

Bólkur A:

 

Dynamo Kiev – Dinamo Zagreb 2-0

FC Porto – PSG 1-0

 

Bólkur B:

 

Arsenal – Olympiakos 3-1

Schalke – Montpellier 2-2

 

Bólkur C:

 

Zenit – AC Milan 2-3

Anderlecht – Malaga 0-3

 

Bólkur D:

 

Ajax – Real Madrid 1-4

Manchester City – Borussia Dortmund 1-1