Enn eitt rokniark?

?varð lagt fram fyri føroyingum í undanfarnu viku. Hesuferð var tað Javnaðarflokkurin, ið hevði latið hetta gjørt, og eins og undanfarnu ferð, tá ið politiskur flokkur kom við búskaparligum útrokningum, vísti úrslitið av rokniarkinum seg at tala júst fyri ætlanini hjá flokkinum, ið hevði latið rokniarkið gjørt.

 

Trý ymisk rokniørk

Seinastu vikurnar hava trý ymisk rokniørk verið at sæð í føroysku fjølmiðlunum. Landsstýrið hevur latið eitt gjørt og Sambands- og Javnarflokkurin hvør sítt. Øll eru tey ymisk og koma til ymiskar niðurstøður. Spurningurin er ? hvat kunnu føroyingar nýta hesar útrokningar til ?


Nýtsla ella misnýtsla ?

Rokniørk kunnu verða frálík til at rokna búskaparlig framtíðarárin av ymiskum átøkum í samfelagnum, men greitt er, at tílíkar útrokningar hava nógvar feilkeldur og kunnu tískil bert nýtast sum vegleiðandi.


Úrslitið av búskaparligum útrokningum er heft at teimum fyritreytum, ið gjørdar verða. Hesar fyritreytir eitt nú búskaparvøkstur, útflutningur, fiskaprísir v.m. eru ? serstakliga fyri eitt lítið samfelag sum tað føroyska - í stóran mun heftar at hvat fyriferst á altjóða leikpallinum, fyritreytir, sum vit ikki hava stórvegis ávirkan á.


Hetta ber í sær, at metingar skulu gerast um hesar óvissu fyritreytir. Á henda hátt kunnu búskaparligar útrokningar snikkast júst soleiðis sum ein ynskir. Serstakliga tá ið talan er um umfatandi útrokningar í stórum rokniørkum, kann verða trupult at varðveita gjøgnumskygni og harvið torført at meta um júst hvørjar fortreytir hesar útrokningar eru grundaðar á.


Tað er tískil greitt, at eins væl og búskaparligar útrokningar kunnu nýtast til at meta um framtíðarárin v.m., so kunnu hesar samstundis í stóran mun misnýtast.


Studningur er ikki ókeypis

Hóast vit nú hava sæð mong rokniørk, so hava ongi av hesum víst á hvørjar avleiðingar tað fær at varðveita ríkisstuðulin og at verða verandi í ríkisfelagsskapinum. Eins og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á er veruleikin tann, at uttan mun til, um Føroyar verða verandi í danska ríkinum ella um Føroyar gerast sjálvstøðugt tjóð, so fær hetta búskaparlig árin, ið koma at kosta samfelagnum pening.


Valið stendur millum eitt framhaldandi studningssamfelag og eitt búskaparligt sjálvberandi samfelag.


Velja vit at halda áfram við at fáa ríkisstuðul er greitt, at hesin peningur framhaldandi fer at vera í føroyska samfelagnum. Hinvegin er somuleiðis greitt, at studningur ikki er ókeypis í longdini.


Prísurin fyri at halda áfram í núverandi støðu kenna vit alt ov væl. Her kunnu vit eitt nú hyggja at studningshefta føroyska vinnulívinum í 80?inum og 90?inum. Íløgur, nýtsla og framleisla, ið ikki er burðardygg og eftirfylgjandi vánaligt kappingarføri og kreppa eru bert nakrar av avleiðingunum, ið kunnu standast av, at ein vinna og eitt samfelag verður heft at studningi.


Tað kostar føroyska samfelagnum pening hvønn einasta dag valt verður at nýta studning til at reka eina ineffektiva skipan av samfelagnum. Hvat kemur tað so at kosta Føroyum at halda áfram við at verða eitt studningssamfelag ? Ikki er møguligt at seta upp rokniark og gera nágreinligar metingar um hetta. Søgan hevur tó víst okkum, hvat framtíðin kann koma at bjóða okkum.


Eisini fullveldi kostar

Hinvegin er eisini greitt, at skal føroyska samfelagið gerast sjálvberandi kemur tað m.a. at kosta ríkisstuðulin. Hetta fer í fyrsta umfari at týða minni inntøku hjá landskassanum og fer hetta at bera við sær týðandi og neyðugar tillagingar av føroyska samfelagnum.


Vegna studningin úr Danmark hevur Føroyar higartil haft ráð til at nýta skipanir og lógir, ið als ikki eru burðardyggar fyri føroyska samfelagið og ofta heldur ikki nøkta føroyska tørvin.

Tá ið studningurin fellur burtur verður neyðugt, at gera skipanir og lógir, ið verða snikkaðar til føroyska samfelagið og føroyska tørvin.


Hetta vil bera við sær eina tillagingartíð fyri samfelagið, men eins og føroyska vinnulívið í dag stendur sterkari enn nakrantíð, fer eisini føroyska samfelagið at standa sterkari aftaná eina føroyska tillaging, ið átti at verið farin fram fyri ártíggjum síðan.


Sum sjálvstøðug tjóð vilja Føroyar eisini fáa búskaparligt gagn av øktum altjóða samstarvi, samhandli, áræði v.m..


Ikki eitt búskaparligt val

Valið millum fullveldi og ríkisfelagskap er soleiðis ikki eitt búskaparligt val. Eins og við øllum øðrum valum her í lívinum eru fyrimunir og vansar - uttan mun til hvat valt verður.


Tað hevði verið frálíkt um vit kundu gjørt tvey rokniørk ? eitt, ið lýsti samfelagsárin av at halda áfram við studningsbúskapinum og eitt, ið lýsti samfelagsárin av at gerast eitt samfelag við sjálvberandi búskapi ? og síðan kundu tikið støðu út frá hesum. So einkul er veruleikin ikki.


Búskaparliga kemur tað at kosta óansæð um valið fellur á fullveldi ella ríkisfelagsskap. Heldur enn til fánýtis at leita eftir vegleiðing í teimum mongu og mótsigandi rokniørkunum, má og skal valið tískil fyrst og fremst grundast á onnur virðir og á, hvørt føroyingar ynskja at gerast sjálvstøðug tjóð ella ikki.