Enn eitt pláss skeiva vegin

Føroyska A-landsliðið í mansfótbólti er aftur dottið eitt pláss aftur á heimsstyrkislistanum, sum FIFA kunnger eina ferð um mánaðin. Føroyar er dottið eitt pláss aftur síðan seinastu meting, og liggur nú nummar 195. Til samanbering kann sigast, at Somalia, Cayman Islands, Mongolia, Myanmar, Pakistan, Afganistan og onnur ókend fótbóltslond liggja omanfyri landslið okkara. Tó kann leggjast afturat, at slík lond vinna flestu stigini í vinardystum.