Enn eitt PL-felag fallið í FA Cup

Í gjár fullu bæði Manchester United og Chelsea í FA Cup, og í dag mátti Middlesbrough boyggja seg fyri Cardiff City, sum spælir í næstbestu deildini. Peter Whittingham og Roger Johnson syrgdu fyri, at Middlesbrough má so nakkaleyst úr ensku steypakappingini, sum annars hevur verið teirra einasta bjarging, eftir at felagið liggur á 12. plássi í Premier League.

Fjórða og seinasta kvartfinalan í FA Cup verður seinni í dag, og verður hon millum Bristol City og West Bromwich. Hetta førir somuleiðis við sær, at Portsmouth verður einasta Premier League-felag í hálvfinalunum.