Enn eitt persónligt met

Føroysku svimjararnir standa seg stak væl í HM í stuttgeil í Doha.Fleiri persónlig met eru longu sett.

Føroysku svimjararnir standa seg stak væl í HM í stuttgeil í Doha. Fleiri persónlig met eru longu sett.

 

Óli Mortensen hevur sett tvey persónlig met, Frants Johannesen var á liðnum, sum setti nýtt danskt met á 4x200 metrar frí, og í morgun setti Cecilia Wigant Eysturdal sítt annað persónliga met. Í morgun svam hon 200 metrar frí við tíðini 2.04.86, sum er gott og væl hálvtannað sekund betri enn hennara gamla persónliga met. Enn er nakað upp til føroyska metið hjá Elspu Mørkøre, sum er 2:03.15, men Cecilia er so næstskjótasta føroyska kvinna á 200 metrum frí nakrantíð.

 

In.fo skrivaði fríggjadagin, at Óli Mortensen hevði sett nýtt føroyskt met í 400 metrum frí, men tað vísti seg ikki at vera satt. Talan var um eitt persónligt met, men kortini ikki føroyskt met. Ein villa var í upprunaligu greinini, ið so spjaddi seg víðari út í fjølmiðlarnar. At greinaskrivarin (eg sjálvur) ikki legði til merkis, at Pál Joensen hevði svomið skjótari í somu grein í somu kapping sama dag, má eg taka á egnan kappa og biðja um umbering fyri.