Signhild Joensen úr Ægir svam í morgun í finaluni á 200 metra ryggsvimjing á norðurlendsku juniorkappingini í svimjing. Tað gekk avbera væl hjá henni, og skavaði hon nærum eitt hálvt sekund av gamla metinum. Gamla metið átti hon sjálv. Tað setti hon í úttøkukappingini í novembur. Nýggja metið hjá henni er 2 minuttir, 19 sekund og 46 hundraðpartar.
Signhild Joensen endaði nummar fýra í finaluni, eitt sekund frá bronsuvinnaranum. Føroyar høvdu tveir svimjarar í finaluni. Hin var Maria Antoft, sum endaði nummar átta. Svensku Hanna Rosvall og Amanda Granborg endaðu nummar eitt og tvey, meðan Roosa Mört úr Finnlandi endaði nummar trý.









