Enn eitt nám í Grønlandi


Avstralska námsfelagið Rimbal Pty Ltd. hevur gjørt av at fara undir námsvinnu í Suðurgrønlandi. Talan er um at vinna evnið eudialyt, sum verður brúkt á virkjum, sum gera prýðislutir. Evnið er funnið í einum øki nærhendis býunum Qaqortoq og Narsaq, sigur KNR. Á einum kunnandi fundi í síðstu viku greiddi avstralska felagið frá, at tað skal hava minst 80 fólk til arbeiðis, og at námið ætlandi fer undir vanligan rakstur um tvey ár.