Enn eitt met til Levi

Í seinastu viku gjørdist hann føroyskur toppskjútti í evropeiskum fótbólti og í gjárkvøldið setti Levi Hanssen enn eitt met.

Tá Levi Hanssen í seinastu viku skoraði fyri HB á Gibraltar, gjørdist hann samstundis eisini tann mest skorandi føroyski leikarin í evropeiskum fótbólti, við umboðan frá føroyskum feløgum. Levi Hanssen økti um tað metið í gjárkvøldið, tá hann skeyt 2 mál í 5-2 sigrinum móti Lincoln FC.

 

Men tað var ikki tað einasta metið, ið Levi setti. Levi Hanssen er nevnliga eisini tann fyrsti leikarin nakrantíð, ið hevur leikt seg víðari í Champions League kappingini tvey ár á rað, við umboðan frá føroyskum feløgum.

 

Levi spældi í fjør við EB/Streymi, ið leikti seg víðari úr fyrstu undanrundu og í gjárkvøldið royndi Levi Hanssen fyri aðru ferð uppá tvey ár at koma víðari í Champions League.

 

Tað er ein annar leikari, ið er komin víðari tvær ferðir í Champions League við umboðan fyri føroysk feløg og tað er HB liðskiparin, Fróði Benjaminsen. Tað er tó ikki talan um tvey ár á rað, tí Fróði kom víðari við B36 í 2006, tá B36 slerdi maltesiska liðið, FC Birkirkara úr kappingini.

 

Levi Hanssen var annars væl nøgdur við dystin móti Lincoln FC.

 

-         -       Tað kennist deiligt at koma víðari. Vit høvdu ein málsetning sum var at koma víðari í Champions League og hann hava vit í kvøld nátt.

 

Og Levi sær eisini fram til dystin móti Partizan Beograd í komandi viku.

 

-          -      Vit skulu bara gera tað so gott sum møguligt. Vit hava nátt okkara málsetningi. Koma vit víðari, er tað sjálvandi frálíkt, men tað verður torført. Vit fara í øllum førum at gera okkara besta.

 

 

Levi Hanssen kom við sínum báðum málum í gjárkvøldið uppá 8 mál í evropeiskum fótbólti. 6 av teimum eru skotin í Champions League og 2 í Europa League.