Enn eitt metár

Aftur í ár er ferðafólkatalið um Vága Floghavn størri enn nakrantíð

Í 2004 ferðaðust tilsamans 166.333 fólk um flogvøllin í Vágum. Hetta er størsta talið nakrantíð av ferðandi eitt einstakt ár. Til samanberingar kann nevnast, at tilsamans ferðaðust minni enn 160.000 fólk um flogvøllin fyrstu 11 árini.
Í mun til 2003 hækkaði ferðafólkatalið við 2,1%.
Høvuðsfarleiðirnar til Danmarkar eru serliga tær, ið bera vøksturin. Økingin á hesum farleiðunum er 5,2%, meðan størsta afturgongdin hevur verið á leiðunum til Bretlands, nevniliga 29,6%.