Enn eitt meistaraheitið til Mjølnir

Flogbóltur: Seinasta leikumfar í landskappingini í flogbólti endaði við, at Mjølnir vann 2-0 á Fleyr í Havn og aftaná fingu meistararnir steyp og heiðursmerkir

Fleyr-Mjølnir 0-2


Mjølnir vann dystin móti Fleyr í Gundadalshøllini leygardagin og við tí dystinum endaði landskappingin fyri teirra viðkomandi í ár. Ein dystur er eftir í skránni og hann er millum TB og ÍF, men hann var útsettur av serstøkum ávum.

Lat tað kortini vera sagt beinanveg. Fleyr spældi ikki ein ringan dyst leygardagin hóast tær í fyrra hálvleiki høvdu torført við at fóta sær. Servurnar hjá meistarunum vóru neyvar og skarpar og tað gekk ikki so long tí, áðrenn fyrri hálvleikur var í hús.

Í øðrum hálvleiki bardist Fleyr væl fyri at geva meistarunum torførari spæl og tað eydnaðist. Mjølnir mátti berjast meira fyri sigurin enn tær hava gjørt í fleiri dystum móti Fleyr higartil í ár og tað eru kanska bestu boðini Fleyr kann geva til næsta kappingarár. Tær eru klárar at berjast enn einaferð.


Lyfta støði

Nú kappingin er av, ber til at gera støðuna upp og staðfesta, at tað er alt ov stórur munur millum liðini í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum.

Mjølnir hevur ligið í einum bólki fyri seg, meðan miðjan í deildini hevur tvey lið. Niðast hava Fleyr og ÍF ligið, og hóast tað er stutt upp til nummar tvey og trý, so hava tey bæði hoyrt til botnin.

Og skal størri áhugi fáast fyri føroyskum flogbólti, so er neyðugt at menna spæli. Tað er sera stórur munur á liðunum og tað ger, at kappingin verður alt ov ójøvn. Tað mugu feløgini gera nakað við, eins og FBF eigur at vera við at gera eina skipaða menning av ítróttini.

Ein máti er, sum Fleyr, Mjølnir og TB hava brúkt í ár, at fáa sær útlendskan venjara. Men so skal tað gerast soleiðis, at fleiri ættarlið fáa gagn av venjaranum. Tað gagnar ov lítið at fáa ein venjara til landið at vinna meistaraheitið um tað fíggjarliga merkist árið eftir. Hóast fíggjarliga tungt, so hava tey trý feløgini bundið um heilan fingur.


Uppiborið

meistaraheitið

Úrslitið av hesum kappingarárinum var so, at Mjølnir gjørdist meistarim og tað er nakað, sum vit hava vita í longri tíð. Ein dyst hava tær tapt, meðan tær trygt hava vunnið hinar dystirnar.

Tí er eingin ivi um, at hetta meistaraheitið, eins og tað í fjør, er fult uppiborið. Leikliga hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at Mjølnir hevur verið tað sterkasta liðið, og tað er ilt at síggja hvussu hetta skal broytast.

Rætt er, at hini liðini hava mist nógv, sammett við Mjølnir, men klaksvíksdamurnar hava kortini víst vilja til at vinna, hóast tað onkuntíð hevur tykist í lættara lagi.

Sosialurin ynskir Mjølnir tillukku við meistaraheitinum.